Al-Anon
Al-Anon er ein felagsskapur fyri vinir og avvarandi hjá alkoholikaranum. Vit deila royndir, styrki og vón fyri betri at megna okkara lív og okkara trupulleikar.
Fundir eru hvørja viku:
Hósdag kl. 20:00, í gamla skúla á Argjum
Leygarmorgun kl. 09:00, í gamla skúla á Argjum
- hetta er ein opin fundur, ið merkir, at bæði Al-Anon og ACA limir eru vælkomnir
Í Al-Anon koma hjúnarfelagar, børn og aðrir familjulimir ella vinir hjá alkoholikarum. Limirnir hava samkenslu, eru vælvitandi og hava beinleiðis kunnleika til trupulleikar sum tínir – tí tey sjálvi hava teir.
Bíða ikki eftir at alkoholikarin søkir sær hjálp, áðrenn tú byrjar at gera nakað fyri teg sjálvan. Øll, sum standa einum alkoholikara nær, liva undir støðugum trýsti og hava tørv á hjálp fyri at koma burturúr tí. Tú fært ikki betri hjálp, enn tann samhuga og hjartablídni, sum tú møtir í Al-Anon. Har vilt tú, sum ein limur segði, “læra at liva aftur”.
Samtalur við menniskju, sum hava sama trupulleika sum tú, fara at sannføra teg um, at alkoholikarin er sjúkur og ikki handlar tilætlað. Henda vitan kann hjálpa tær í gongd við at endurvinna tína egnu heilsu.