Kunning

aa.fo er aftur virkið í praksis

Vit hava í eina tíð roynt at fingið fatur á aa.fo aftur, so heimasíðan hjá okkum skal vera lættari at finna. Útlendski eigarin av domeninum, odin.org, hevur ikki vilja selt okkum tað enn, men hevur gjørt tað soleiðis, at um tú skrivar aa.fo í leitibreddan, so kemur tú automatiskt inn á anonymir-alkoholikarar.fo. Hetta er í praksis næstan líka gott. Vit takka odin.org fyri at gera hesa endursending (redirection) á aa.fo.


Tænasturáðstevna verður 20. apríl 2024 í Missiónshúsinum í Vestmanna


Nevndin, sum varð vald á bólkafundi 9. september 2023 at taka stig til eina Tænasturáðstevnu í 2024, hevur nú sent øllum bólkaumboðum kunning um at boðið verður til Tænasturáðstevnu í Vestmanna 20. apríl 2024.

Nærri kunning um skrá o.a. er á síðuni, sum eitur Tænasturáðstevnan 2024, á heimasíðuni. 

AA stevna, leygardagin 11. november 2023

Leygardagin 11. november verður AA stevna í Gamla Argja skúla. Skráin er henda:

17:30 – 18:00 Fyrilestur við Anniku Holm, leiðara á Heilbrigdinum

18:30 – 19:30 ACA-fundur – Opin fundur

20:00 – 21:00 AA-fundur – Speakari

21:30 – 22:30 AA-fundur – Opin fundur

23:00 – 24:00 Ljós- og bønarfundur í Argja Kirkju

24:00 - Fólk eru vælkomin í Gamla Argja Skúla

 

Nýggja heimasíðan hjá AA í Føroyum er almenn í dag, 1. november 2023


Á bólkafundi í Vestmanna, sum allir AA bólkar í Føroyum vóru boðnir á 12. mars í ár, varð ein heimasíðunevnd vald. Samtykt varð, at heimasíðunevndin skuldi 1) kanna tilboð uppá heimasíður, 2) gera ein fíggingarleist og 3) fáa heimasíðuna gjørda og rindaða.

Heimasíðunevndin valdi at taka av tilboðnum frá Sansum, og hevur arbeitt saman við Sansum um at sniðgeva eina heimasíðu, sum vit meta hóskar til okkara tørv. 

Á fundinum í Vestmanna varð eisini samtykt, at heimasíðunevndin skal avhenda heimasíðuna til eitt nýtt tænasturáð, so skjótt sum eitt nýtt tænasturáð er valt. Heimasíðunevndin hevur tí miðsavna seg um bara at hava tey mest grundleggjandi tingini við á síðuni, sum er almenn í dag. Tankin er, at nýggja tænasturáðið skal taka støðu til hvat meira skal vera á heimasíðuni. Eisini er vónin tann, at eitt nýtt tænasturáð fer at taka stig til at fáa telefonnummar, teldupost o.a. virkið aftur, soleiðis at teigarnir undir “Samband” á síðuni kunnu dagførast.

Tíverri hava vit mist ræði á navninum aa.fo. Vit vóru av teirri fatan, at vit áttu aa.fo, men okkurt er kiksað, síðani gamla heimasíðan gjørdist óvirkin, soleiðis at tað navnið er gloppið okkum av hondum. Vit kanna møguleikarnar fyri at fáa fatur á navninum aftur, men tað kann fara at vera bæði torført og dýrt. Vit hava tí valt at keypa navnið anonymir-alkoholikarar.fo. Hetta er sjálvandi bæði langt og knortlut samanborið við aa.fo, men minnir nógv um nøvnini á heimasíðunum hjá AA í Danmark og AA í Norra. Í praksis er tað eisini ofta soleiðis, at fólk leita eftir t.d. AA Føroyar ella AA Faroe Islands í einari leitimaskinu, t.d. á Google, og so finnur leitimaskinan røttu heimasíðuna. Sambært Sansum tekur tað vanliga eitt sindur av tíð, áðrenn leitimaskinurnar hava upptikið leitiorðini, sum tær verða fóðraðar við.

Heimasíðunevndin var eitt sindur í iva um hvussu tað mundi fara at ganga við at samla pening inn til nýggju heimasíðuna. Tíbetur kunnu vit nú staðfesta, at heimasíðuverkætlanin hevur víst, at AA í Føroyum megnar væl at standa saman um felags átøk, tá ið tørvur er á tí. Bólkarnir hava givið eftir førimuni, við tí úrsliti, at vit hava goldið heimasíðuna og hava pengar á heimasíðukontuni til hýsing av síðuni í tvey ár.

Ætlanin er at brúka hesa kunningarsíðuna á okkara heimasíðu til kunning um ymiskt, sum er viðkomandi fyri AA Føroyar. Til nýtt tænasturáð er valt, taka Palli M og Hans Jacob K sær av at leggja kunning út á hesa síðuna. Bólkaumboð eru vælkomin at venda sær til teirra við tilfari, ið bólkar vilja hava á hesa síðuna.  

Vónandi fara limirnir at taka væl ímóti síðuni. Latið okkum endiliga frætta um okkurt er, ið skal rættast, t.d. viðv. fundaryvirlitunum.