Tænasturáðstevnan 2025
Fundarfrásøgn frá Tænasturáðstevnu hjá Anonymum Alkoholikarum (AA) í Føroyum 19. apríl 2025 klokkan 13 í nýggja missiónshúsinum í Vestmanna.
Bárður D, formaður í Tænasturáðnum, beyð vælkomin og greiddi stutt frá endurstovnanini av ráðnum á fundi á sama stað 20. apríl 2024. Tænasturáðstevnan 2025 er tann fyrsta eftir stovnanina, men ein bólkaumboðsfundur hevur verið ímillum.
Síðan varð tænasturáðstevnan sett við hesi skrá, soleiðis sum fyriskipað er í Tænastuhondbókini:
1) Val av fundarstjóra og skrivara
2) Frágreiðing um virksemið hjá Tænasturáðnum og møguligum undirnevndum hjá Tænasturáðnum
3) Framløga av roknskapi
4) Umrøða av uppgávum, sum Tænasturáðið skal taka sær av
5) Val av Tænasturáði og 2 varalimum til ráðið
6) Val av grannskoðarum
7) Góðkenning av tveimum ikki Alkoholikarum” til Tænasturáðið
8) Ásetan av tíð og stað fyri næstu tænasturáðstevnu
9) Góðkenning av Tænastuhondbókini
10) Mál sum Tænasturáðið ella limir hava sett á dagsskrá
11) Ymiskt
Ad. 1): Herálvur, bólkaumboð úr Vágum, bleiv valdur til fundarstjóra, og Ingolf, bólkaumboð fyri sunnudagsfundin á Argjum, bleiv valdur til skrivara.
Bólkaumboðini og tey, sum tóku lut í ráðstevnuni uttan atkvøðurætt, presenteraðu seg. 15 høvdu atkvøðurætt.
Ad. 2): Bárður D greiddi frá valinum til Tænasturáðið á endurstovningarfundinum fyri einum ári síðan, og hann og Hans Jacob K greiddu í felag frá virkseminum síðan.
Ráðið hevði skipað seg við Bárði D sum formanni (umboð fyri Suðurstreymoy/Nólsoy/Sandoy), Ray-Khet sum næstforkvinnu (umboð fyri Eysturoynna), Hans Jacob K sum skrivara (umboð fyri Norðstreymoy/Vágar), Árna E sum kassameistara (umboð fyri Norðoyggjar) og Martini G sum ráðslimi (umboð fyri fyri Suðuroynna). Tiltakslimir vóru Jóhann H og Olivur J. Í september tók Martin G seg úr ráðnum, og í hansara stað kom Jóhann H.
Tænasturáðið hevur havt nógv at takast við hetta fyrsta árið. Tað bleiv tíðliga avgjørt bara at hava talgilda skrivstovu.
Heimasíðan var komin upp at koyra aftur áðrenn endurstovnanina av Tænasturáðnum, og arbeitt verður støðugt við at menna hana.
Heimasíðan eitur www.anonymir-alkoholikarar.fo, men um fólk skriva aa.fo, eiga tey at verða beind víðari til rætta bústaðin. Nú er ein knøttur á heimasíðuni, sum eitur “Samband”, og sum loyvir fólki at seta spurningar og skriva viðmerkingar.
Ein 12-stiganevnd undir Tænasturáðnum hevur skipað fundirnar á Heilbrigdi, og tað riggar væl. Tó hava onkrir bólkar trupult við at manna lið til fundirnar, tí orkan er ov lítil.
Linda O greiddi frá um AA-stevnuna – konventið – sum aftur í ár verður á Seglloftinum á Tvøroyri. Tað verður vikuskiftið 27. – 28. september, og speakarar verða danski sjónleikarin og edrúi alkoholikarin Thomas Bo Larsen, sum hevur skrivað bókina “Fri mand”, og ein donsk kvinna, sum eitur Molly. ACA og Al-Anon eru eisini við á konventinum.
Semja var um at halda fram við væl umtóktu AA-stevnuni sum eitt árligt tiltak í Suðuroy. Tó eigur hon at verða skipað undir Tænasturáðnum, tí tað verður ov strævið í longdini, um alt skal liggja á herðunum á nøkrum fáum persónum einstøkum AA-bólkum. Tænasturáðið arbeiðir við at skipa eina konventnevnd til endamálið, sum so kann fáa fólk úr teimum ymisku AA-bólkunum at hjálpa til.
Jóhann H greiddi frá arbeiðnum at týða Stórubók til føroyskt. Ein nevnd við trimum fólkum bleiv sett til endamálið, hon er mannað við einum limi úr Tænasturáðnum (Hans Jacob K), einum málkønum ikki-alkoholikara (Birgit Remmel) og einum alkoholikara við kennskapi til Stórubók (Jóhann H).
Tað gamla Tænasturáðið setti gongd á týðingararbeiðið í 2013, og tað datt niðurfyri aftur í 2016-2017. Tað hava verið ávísir trupulleikar at fáa hendur á arbeiðnum, sum longu var gjørt, men í heyst funnu tey skjølini við teimum feskastu týðingunum, og síðan hevur arbeiðið gingið skjótt. Nú eru bert sjey síður eftir at týða.
Tá týðingararbeiðið er liðugt tíðliga í summar, skal alt sendast til AA-høvuðssætið í New York, sum ger av formligu tilgongdina fram ímóti eini góðkenning. Dentur verður lagdur á, at alt verður gjørt rætt formliga hesa ferð, so týðingin ikki verður kolldømd vegna skeivar mannagongdir.
AA-siðirnir loyva, at professionell hjálp verður keypt uttanífrá til eitt nú rættlestur og umbróting.
Spurt varð, um nógv var broytt í tekstunum, sum longu vóru týddir, og um málburðin í nýggju týðingini. Jóhann H helt ikki, at stórar broytingar vóru gjørdar, og hann segði, at bókin er týdd til eitt gerandisføroyskt mál.
Ynski varð borið fram um at fáa Stórubók út sum ljóðbók eisini, og Kári Olsen, fyrrverandi útvarpsmaður, hevur boðið sær at lesa inn. Á bólkaumboðsfundinum í oktober í fjør var eitt ynski borið fram um, at føroyska útgávan eisini verður teldutøk.
Persónligu søgurnar eru ikki við í føroysku týðingini. Um hugur er at fáa tær við seinni, er tað eitt krav, at nakrar av upprunasøgunum skulu vera við, men tað fer helst eisini at bera til at fáa onkrar persónligar føroyskar søgur við, um hugur er til tess.
Hans Jacob K greiddi síðan frá AA-bygnaðinum í Føroyum og samanbar við bygnaðin í USA.
Meginreglurnar eru tær somu, hóast støddin á landinum og stóra fólkatalið gera, at amerikanski bygnaðurin hevur fleiri løg enn tey trý løgini, sum AA í Føroyum hevur – tey eri AA-bólkarnir, tænasturáðstevnan og Tænasturáðið.
Í Føroyum eru í løtuni 27 AA-bólkar kring landið og tríggir bólkar á netinum.
Síðan greiddi Hans Jacob K frá Tænastuhondbókini og vísti á týðandi brot, m.a reglurnar fyri tænasturáðstevnuni.
Ad. 3): Árni E greiddi frá 2024-roknskapinum, sum er fyrsti roknskapurin hjá endurstovnaða Tænasturáðnum. Meðan virksemið hevur ligið stilt, er bankakostnaður kortini farin av kontuni, men eitt sindur er eisini komið inn í føstum flytingum.
Inntøkurnar vóru tilsamans 1.400 krónur og útreiðslurnar slakar 21.000 krónur. Roknskapurin vísti tískil eitt rakstrarhall uppá beint undir 19.500 krónur. Tá hallið var dekkað, minkaði tøki peningurin niður í slakar 55.000 krónur.
2024-roknskapurin varð eftirhugdur av Kajsten og Pól og síðan einmælt samtyktur.
Drúgt orðaskifti var um fíggjarligu støðuna hjá Tænasturáðnum, og hvussu virksemið frameftir kann tryggjast. 7. Siður, “hvør AA-bólkur eigur at vera heilt sjálvbjargin og ikki taka ímóti íkasti uttanífrá”, avmarkar møguleikarnar at fáa stuðul.
Árni E hevði greitt frá, at ein partur av útreiðslunum vóru eingangsútreiðslur, sum ikki fóru at síggjast aftur, men øll vóru tó samd um, at neyðugt var við fleiri inntøkum. Nýggjar eingangsútreiðslur verða eisini, t.d útgávan av Stórubók.
Kontantleysa samfelagið ger sítt til, at minni kemur í kurvarnar á AA-fundunum. Árni E hevði kannað møguleikan fyri at hava terminalar, men tað er ein alt ov dýr loysn.
Ein møguleiki at økja um inntøkurnar er at hava ein stuðulsknøtt á heimasíðuni, har til ber at stuðla, um viðkomandi játtar at vera alkoholikari og við í felagsskapinum.
Hans Jacob K vísti eisini við einum roknistykki, at um hvør av teimum 27 AA-bólkunum bara lat 100 krónur um mánaðin til Tænasturáðið, so gav tað 32.400 krónur um árið – ella væl meira enn tær sløku 19.500 krónurnar, sum vóru í halli í 2024. At bólkarnir lata stuðul til Tænasturáðið er í samsvari við 7. sið, bara hvør bólkur sær letur stuðulin sjálvboðin.
Niðurstøðan av pengakjakinum var, at bólkarnir innanhýsis mugu finna út av, um og í so fall hvussu teir vilja rinda stuðul til Tænasturáðið, at kontunummarið hjá Tænasturáðnum verður lættari at finna, og at ein stuðulsknøttur verður settur á heimasíðuna.
Ad.4 Bárður D greiddi frá ynskjunum til Tænasturáðið, sum vóru borin fram á bólkaumboðsfundinum á Argjum 19. oktober 2024, har 18 fólk møttu umframt Tænasturáðið.
- Ynski: Hotline, AA skal røkkast – ynski er um eina samdøgurtelefon:
Støða: Ein slík fer at hava eina útreiðslu afturat við sær, men arbeitt verður tó víðari við málinum.
- Ynski: Konventnevnd verður sett á stovn:
Støða: Arbeiðið er í gongd.
- Ynski: AA-bókin skal gevast út og verða teldutøk eisini:
Støða: Arbeiðið er í gongd, og møguleikarnir fyri teldutøkari útgávu og nú eisini ljóðútgávu verða kannaðir.
- Ynski: Kunning skal til bólkaumboðini um, hvussu peningur, sum Tænasturáðið umsitur, verður brúktur:
Støða: Kunningin verður latin í sambandi við roknskaparframløgu á tænasturáðsfundunum. Frameftir eigur roknskapurin at verða sendur út til bólkaumboðini.
- Ynski: 12-stiganevndin skal samskifta við Bláa Kross um at hava AA-fundir har: Støða: Jakobina úr 12-stiganevndini gjørdi greitt, at tey ikki hava orku til at víðka virksemið fyrr enn í fyrsta lagi eftir, at fundirnir á Heilbrigdi eru komnir í eina trygga legu.
- Ynski: Virksemið hjá 12-stiganevndini skal víðkast til eisini at umfata Varðhaldið, Herbergið o.sfr:
Støða: Sama sum omanfyri.
- Ynski: Tænasturáðið skal kann møguleikarnar fyri terminali, V-tali, ella annað, sum kann gera, at fundirnir fáa tikið pengar inn digitalt (í samsvari við 7. sið):
Støða: Ein loysn við gjaldsterminalum er alt ov dýr. Ein føroysk mobile pay-loysn kemur væntandi í heyst, og kanska hevur hon nýggjar møguleikar við sær.
Semja var annars um, at tá orka verður til tað, eiga stig at verða tikin til AA-fundir í Varðhaldinum, hjá Bláa Krossi, Herberginum og kanska á sjúkrahúsum og viðkomandi stovnum. Onki er til hindurs fyri, at onkur bólkur sjálvboðin tekur stig til at hava fundir á onkrum av nevndu støðum.
AA eigur hópin av faldarum, sum áður blivu bornir út til eitt nú bíðirúm hjá læknum, og víst varð á, at tann uppgávan ikki er so arbeiðskrevjandi. Jakobina helt, at tað virksemið átti at fara í gongd aftur sum skjótast.
Trupulleikin, at bara navngivnir persónar og ikk AA-bólkar kunnu standa fyri bankakontum, bleiv umrøddur. Greitt varð frá, at Tænasturáðið, sum hevur eitt V-tal, kann leggja navn til konturnar, um ynski eru um tað. Tað bleiv viðmælt Tænasturáðnum at gera eina vegleiðing um hetta.
Viðmælt varð eisini, at allir bólkarnir fáa egnar teldupost-bústaðir, sum enda við @anonymir-alkoholikarar.fo eins og tann hjá Tænasturáðnum. Onkur helt, at tað fór at verða ein umsitingarlig avbjóðing við loyniorðum og tílíkum, tí bólkaumboðini ofta ganga upp á skift. Tænasturáðið fer tó at kanna møguleikan nærri.
Ad. 5): Tænasturáðið er valt fyri tvey ár, so tað verður ikki val aftur fyrr enn næsta ár.
Onki stendur um longdina á valskeiðunum hjá tiltakslimum í Tænastuhondbókini, og avgjørt varð at hava val. Jóhann H hevði tikið sæti í Tænasturáðnum, so Olivur J var einsamallur eftir. Hann tók við afturvali, og ásannandi, at onki umboð nú var fyri Suðuroynna, vildi Martin G taka við vali sum tiltakslimur. Báðir blivu einmælt valdir. Mælt var til, at uppskot verður lagt fyri Tænasturáðsfundin næsta ár, sum nágreinar valskeiðið hjá tiltakslimum.
Ad. 6): Kajsten og Palli játtaðu at stilla upp og blivu einmælt valdir.
Ad. 7): Tænasturáðið hevur valt Sverra Steinhólm, prest, sum ikki-alkoholikara í ráðið, og fekk hann høvi at siga nøkur orð um seg sjálvan.
Sverri er 62 ára gamal, føddur og uppvaksin á Toftum og hevur verið prestur síðan 1995 í fongsli og sjúkrahúsi, og fyri hálvum øðrum ári síðan bleiv hann av bispi settur í eitt nýtt embæti sum diakonprestur. Hann hevur verið limur í Bláa Krossi alt tað, hann minnist, og verið aktivur í arbeiðnum, síðan hann las í Danmark, millum annað í landsnevndini.
Hvørki Tænasturáðið ella leiðslan í Bláa Krossi hildu, at hansara aktivi leiklutur í Bláa Krossi var nøkur forðing fyri, at hann kundi blíva partur av Tænasturáðnum hjá AA, greiddi Sverri frá, og hann bleiv boðin vælkomin við lógvabrestum.
Ad. 8): Samtykt varð at hava næstu tænasturáðstevnuna leygardagin 18. apríl 2026.
Ad. 9): Tænastuhondbókin bleiv einmælt góðkend, sum hon var.
Ad. 10): Onki mál komið inn til umrøðu ella støðutakan.
Ad. 11): Sagt var frá, at bólkaumboðsfundur verður aftur í oktober.
Hans Jacob K kunnaði um, at Birgit Remmel hevði biðið seg heilsa luttakarunum á tænasturáðstevnuni frá ACA, at ACA skipar fyri eini ráðstevnu 14. juni, og at tey tá kundu hugsað sær at fingið ein ella tveir alkoholikarar at fortelja um, annahvørt hvussu tað er at hava verið barn í einari alkoholiskari familju, ella hvussu mann hevur upplivað tað sjálvur ella sjálv at vera alkoholikari og hava børn. Um onkur hevði hug at bjóða seg fram, kundu tey seta seg í samband við Birgit Remmel.
Bárður D takkaði fyri luttøkuna og góðan fund. Fundur lokin klokkan 15.30
Sign/ingolf