Kunning 4

Tænasturáðstevnur

Tænasturáðstevnan í Føroyum

Tænasturáðstevnan skal umrøða felags áhugamál innan AA-felagsskapin í Føroyum. Karmurin fyri virksemið hjá Tænasturáðstevnuni eru tey 12 hugtøkini fyri alheims tænastu, sum eru galdandi fyri AA-felagsskapin.

Endamálið við Tænasturáðstevnuni er at samskipa arbeiðið innan AA-felagsskapin í Føroyum, við tí endamáli at bera boðskapin til alkoholikaran, sum enn pínist.

Tænasturáðstevnan verður hildin eina ferð um árið. Tænasturáðstevnan ger av hvar næsta Tænasturáðstevna skal haldast.

Eykatænasturáðstevna verður hildin, um ein meiriluti í Tænasturáðnum ynskir hetta, ella um 4 AA-bólkar seta fram ynski um hetta, til viðgerðar av einum evni, sum verður at tilskila.

Luttakarar á Tænasturáðstevnuni


Allir AA-bólkar í Føroyum kunnu velja sær eitt umboð, sum hevur atkvøðurætt til Tænasturáðstevnuna.

Allir AA-limir kunnu møta á Tænasturáðstevnuni, tó uttan atkvøðurætt. AA-limir úr øðrum londum kunnu luttaka uttan atkvøðurætt.