5. kapittul á føroyskum sendur til USA

24.04.26

Tænasturáðstevnan í 2024 samtykti m.a., at nývalda Tæansturáðið skuldi taka arbeiði við týðingini av Stórubók uppaftur. 

Tænasturáðið setti eina trímannanevnd, sum skuldi finna týðingina fram, sum fólk arbeiddu við, tá arbeiðið steðgaði upp umleið 2020. Av tí at fleiri ár vóru gingið, síðani týðingararbeiði steðgaði upp, var eitt sindur torført at finna útav júst hvat skjal var tað nýggjasta og rættasta. Arbeitt hevði verið á einum Google docs skjali, sum fleiri fólk høvdu havt atgongd til. Langt um leingi helt nýggja týðingarnevndin seg hava funnið rættasta skjalið og kundi konstatera, at arbeitt hevði verið við at týða allar kapittlar, uttan kap. 11 "A Vision for You". Nevndin fór í holt við at týða henda seinasta kapittulin og var liðug við hetta arbeiðið í mars í ár. 

Týðingarnevndin setti seg í januar mánaða í samband við "Translations & Licensing Team" hjá "General Service Office of Alcoholics Anonymous" í USA, fyri at vita hvør tilgongdin var, tá ið føroyska týðingin var klár at senda teimum. Nevndin fekk 19. februar teldupost frá "Translations & Licensing Team", ið m.a. segði:

"We are grateful for the effort and care that has gone into bringing the Big Book closer to completion in the Faroese language. To begin the review and approval process, we will first need the digital file of Chapter 5 of the Faroese translation. Once we receive this file, we can move forward with the initial review."

Týðingarnevndin hevur skilt tað soleiðis, at "Translations & Licensing Team" skal kanna dygdina á týðingina av  5. kap., áðrenn farið verður til restina av bókini. 5. kap. virkar soleiðis sum ein stikkprøvi av restini.

Ímeðan  "Translations & Licensing Team" ger sínar kanningar av kap. 5, arbeiðir týðingarnevndin víðari við at gera allar hinar kapittlarnar klárar at senda til góðkenningar.