AA miðstøð í Havn
16.08.26
Í gjár, leygardagin 15. august, var fundur millum Tænasturáðið hjá AA í Føroyum og Húsanevndina á Argjum. Eittans mál var á skrá: AA miðstøð í Havn.
Fundirnir, sum hava verið í Gamla skúla á Argjum, vórðu fyri einari tíð síðani koyrdir út haðani. Síðani hava onkrir av fundunum verið í Losjuni, men ongin nøktandi varandi loysn er funnin í hølisviðurskiftunum hjá AA í høvuðsstaðarøkinum.
Í Tænasturáðnum verður mett, at skilabest er um AA kann fara í dialog við Tórshavnar kommunu um hesi viðurskiftini við einari felags rødd. Eisini metir Tænasturáðið at skilagott hevði verið at fingið eina AA miðstøð fyri allar Føroyar, sum er staðsett í Havn.
AA miðstøðin skuldi fyrst og fremst hýst AA fundum í høvuðsstaðarøkinum, men kundi eisini hýst einari skrivstovu, bókagoymslu og havt hølir til ráðstevnur o.a. Eisini er upplagt at AL-Anon, ACA og aðrir 12-stiga bólkar hava fundir har, um teir hava hug til tess.
Tænasturáðið greiddi Húsanevndini frá, at Tænasturáðið helt tað vera skilabest at kalla inn til eina eyka Tænasturáðstevnu at umrøða evnið, so allir bólkar í Føroyum fáa høvi at leggja síni sjónarmið fram og bólkasamvistskan kann ráða. Húsanevndin var samd í hesum og verður í næstum kallað inn til eyka Tænasturáðstevnu um stovnan av AA miðstøð í Føroyum.