AA stevna verður á Tvøroyri 26. - 28. september 2025

08.08.25

Ráðstevnunevndin hjá AA í Føroyum hevur sent Tænasturáðnum kunnandi tilfar og skrá fyri AA stevnuna, sum verður á Seglhúsloftinum á Tvøroyri 26. - 28. september 2025. 

Ráðstevnunevndin skrivar m.a. at stevnan er opin, at øll eru vælkomin, at luttakarar mugu sjálvir tryggja sær gisting í oynni og at stevnan er ókeypis og verður fíggjað sambært Sjeynda siði.

Heitt verður á AA bólkar og limir í øllum Føroyum um at stuðla tiltakinum við peningagávu til stevnuna á konto 9870 - 4086377. Pengarnir fara til flogferðaseðlar, leigu av hølum og mat.

Sí fleiri ítøkiligheitir og skránna her: AA Stevna 2025 - dagførd skrá og kunning

Ltm: av tí, at SSL hevur broytt í ferðaætlanini er skráin, sum varð løgd út 8. august broytt. Skráin, sum nú liggur her omanfyri sum pdf, er rætta skráin (hon var løgd út 14. august).