ACA stevna á Argjum
06.06.25
Leygardagin 14. juni verður ACA-stevna í gamla skúla á Argjum, Argjavegur 32. Matur og drekka verður at fáa allan dagin. Fundirnir eru opnir og øll eru vælkomin.
Hetta er skráin fyri dagin:
09:00-10:00 AA-fundur - At vera foreldur og alkoholikari
11:00-12:00 ACA-fundur - At vera vaksin upp í einum dysfunktionellum heimi
13:00-14:00 ACA-fundur - Lívið - áðrenn og við ACA - Ymisk frásøgufólk
15:00-16:00 Fyrilestur - Turið Horn - Barndómurin varir alt lívið
17:00-18:00 Fyrilestur - Alisa Hammer - Títt rúm - hvat bjóða tey?
19:00-20:00 ACA-fundur - At vera foreldur og vaksið barn
20:15-21:00 Ljós- og bønarfundur
21:00- Hugni