Altjóða A.A. stevna í Vancouver, 3. - 6. juli

18.06.25

Tænasturáðið hjá A.A. Føroyar hevur fingið teldupost frá A.A. World Services í New York, har heitt verður á okkum um at minna limir okkara á, at altjóða A.A. stevna verður í Vancouver í Kanada frá 3. til 6. juli 2025. 

Altjóða stevnur av hesum slagnum verða hildnar fimta hvørt ár. Í ár verður millum annað hátíðarhildið, at A.A. fyllir 90 í ár.

A.A. Føroyar hevur ikki fíggjarliga orku at senda nakað umboð til altjóða stevnuna í ár. Vónandi fara vit at kunna senda umboð úr Føroyum, tá ið A.A. fylir 95 ella 100 ár.

Í ár er møguleiki fyri at melda seg til at luttaka á altjóða stevnuni virtuelt. Hetta fara onkur av okkum í Tænasturáðnum at gera. Tað kostar 35 USD per persón.

Sí nærri kunning her: International Convention 2025