Áminning um Tænasturáðstevnuna 2025
04.08.25
Mint verður á, at Tænasturáðstevnan 2025 verður í Meinigheitshúsinum í Vestmanna leygardagin, 19. apríl 2025, kl. 13:00.
Dagskrá o.a. varð lagt út á heimasíðuna 18. januar. Har stendur m.a.:
Heitt verður á bólkar og limir, sum kundu hugsað sær at fingið mál á skrá til Tænasturáðstevnuna, um at gera hetta sambært Tænastuhondbókini. Uppskotini mugu vera Tænasturáðnum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 11. apríl 2025.
Ætlanin er aftur í ár at hava smyrjibreyð á skránni. Kostnaðurin fyri hetta er 100,- per høvd. Fyri at vita hvussu nógv smyrjibreyð vit skulu bíleggja er neyðugt at boðað verður frá luttøku í seinasta lagi fríggjadagin 11. apríl 2025.
Tænasturáðið hevur nú fingið egna teldupostskipan, so ikki er neyðugt longur at senda teldupostarnar til gmailin hjá bólkinum í Vestmanna. Tit eru vælkomin at senda teldupost til samband@anonymir-alkoholikarar.fo.
Vinarliga
Tænasturáðið