BOÐ FRÁ STEVNUNEVNDINI!

25.09.25

Stevnan, sum skuldi vera í Suðri hetta vikuskifti er avlýst vegna veður. Flogfarið, ið okkara donsku gestir skuldu koma við er avlýst, men tey fáa vónandi komið leygarmorgunin. Døgurðin er tíverri avlýstur og tað, sum var á skrá fríggjakvøldið og sunnudagin er eisini avlýst. Stevnan verður í staðin allan leygardagin í Losjuni í Havn. Dyrnar lata upp kl. 8:00 og øll eru hjartaliga vælkomin til morgunmat. Skráin leygardagin er tann sama sum upprunaliga ætlað. Einasta broyting er, at ACA fundurin nú verður frá 10:15-11:15. Øll eru vælkomin at koma við køku og viðskera. Vit bjóða rugbreyð, fransbreyð og kaffi. Thomas Bo og Molly vóna at sleppa til Føroya á stevnuna.