Bólkaumboðsfundur leygardagin 17. oktobur
06.10.26
Bólkaumboðini hava í dag fingið innkalling til bólkaumboðsfund. Fundurin verður í Losjuni í Havn, leygardagin 17. Oktobur, kl. 13:00-15:00.
Í Tænastuhondbókini stendur at:
"Minst ein bólkaumboðsfundur eigur at vera millum árligu tænasturáðstevnurnar, hann skal vera í oktober mánaði.
Bólkaumboðsfundir eru ætlaðir at geva betur høvi hjá AA- bólkunum í Føroyum at viðgera ymist í sambandi við AA í Føroyum. Bólkaumboðsfundir kunnu eisini brúkast til at fyrireika mál til Tænasturáðstevnuna.
Ongar avgerðir kunnu takast á bólkaumboðsfundum."