Bráðhjálpartænasta stovnað
13.01.26
Á seinastu Tænasturáðstevnu og á seinasta bólkaumboðsfundi varð tosað um, at AA Føroyar kanska átti at havt eina bráðhjálp telefon. Í tænasturáðnum hevur verið arbeitt við spurninginum í eina tíð og vit kunnu nú fegnast um, at ein bráðhjálpartænasta er sett á stovn í dag.
Bráðhjálpin riggar soleiðis, at fólk, sum ringja á 208050 verða umstillað til ein tænasturáðslim, ið svarar telefonini. Bráðhjálpin svarar hvønn dag millum klokkan 18 og 20.