Eyka Tænasturáðstevnan er avlýst!

24.09.26

Tænasturáðið hevur gjørt av at avlýsa eyka Tænasturáðstevnuna, sum kallað varð inn til 19. august. Eftir ætlan skuldi eyka Tænasturáðstevnan vera í Vestmanna, nú leygardagin 26. septembur.

Tænasturáðið avlýsir eyka Tænasturáðstevnuna, tí at vit hava fingið at vita, bæði frá limum í felagskapinum og frá býráðslimi í Tórshavnar kommunu, at ítøkiligar ætlanir eru um at fáa hølisviðurskiftini hjá bólkunum í høvuðsstaðarøkinum í rættlag.

Vónandi fáa bólkarnir í høvuðsstaðarøkinum skjótt eitt nýtt felagshús, har Tænasturáðið eisini kann sleppa at leiga eitt høli til skrivstovu frá einari vælvirkandi, demokratiskari og gjøgnumskygdari húsanevnd.