Eykatænasturáðstevna verður 26. september

19.08.26

Tænasturáðið hevur í dag sent hesi boðini til øll bólkaumboðini í Føroyum.

 

Góðu bólkaumboð

Í Tænastuhondbókini verður sagt at:

"Eykatænasturáðstevna verður hildin, um ein meiriluti í Tænasturáðnum ynskir hetta, ella um 4 AA-bólkar seta fram ynski um hetta, til viðgerðar av einum evni, sum verður at tilskila."

Meirluti er nú í Tænasturáðnum fyri at kalla inn til eina eykatænasturáðstevnu um AA miðstøð í Havn.

Fundirnir, sum hava verið í Gamla skúla á Argjum, vórðu fyri einari tíð síðani koyrdir út haðani. Síðani hava onkrir av fundunum verið í Losjuni, men ongin nøktandi varandi loysn er funnin á hølisviðurskiftunum hjá AA í høvuðsstaðarøkinum.

Í Tænasturáðnum verður mett, at skilabest er um AA fer í dialog við Tórshavnar kommunu um hesi viðurskiftini við einari felags rødd. Eisini metir Tænasturáðið at skilagott hevði verið at fingið eina AA miðstøð í Føroyum, sum er staðsett í Havn.

AA miðstøðin skuldi fyrst og fremst hýst AA fundum í høvuðsstaðarøkinum, men kundi eisini hýst einari skrivstovu, bókagoymslu og havt hølir til ráðstevnur o.a. Eisini er upplagt at AL-Anon, ACA og aðrir 12-stiga bólkar hava fundir har, um teir hava hug til tess.

Av tí, at Tænasturáðið er valt av Tænasturáðstevnuni at arbeiða fyri bólkarnar í øllum Føroyum, verður mett at Tænasturáðið má fáa eitt greitt mandat frá bólkunum í Føroyum, áðrenn farið verður í holt við at tosa við Tórshavnar kommunu um AA miðstøð í høvuðsstaðnum.

Við hesum verður tískil kallað inn til eykatænasturáðstevnu á Miðnámi í Vestmanna leygardagin 26. September, kl. 14:00. Eitt mál er á skrá og tað er: "Skal Tænasturáðið fara í dialog við Tórshavnar kommunu um at fáa eina AA miðstøð í høvuðsstaðnum?" 

Bústaðurin hjá Miðnámi í Vestmanna er Fjarðarvegur 4. Tað er á fyrsta vegi til vinstru aftaná, at mann hevur koyrt framvið Magn støðini.

Heitt verður á bólkaumboðini um at kunna fundirnar um hetta. 

Vinarliga

Tænasturáðið