Innkalling til Tænasturáðstevnuna 2026
18.01.26
Tænasturáðið hevur í dag sent innkalling til øll bólkaumboðini um Tænasturáðstevnuna 2026.
Tænasturáðstevnan verður í Meinigheitshúsinum í Vestmanna leygardagin, 18. apríl 2026, kl. 13:00.
Í innkallingini veður m.a. heitt á bólkar og limir, sum kundu hugsað sær at fingið mál á skrá til Tænasturáðstevnuna, um at gera hetta sambært Tænastuhondbókini. Uppskotini mugu vera Tænasturáðnum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 10. apríl 2026.
Eisini verður kunnað um, at ætlanin er aftur í ár at hava smyrjibreyð á skránni. Kostnaðurin fyri hetta er 100,- per høvd. Fyri at vita hvussu nógv smyrjibreyð Tænasturáðið skal bíleggja er neyðugt at boðað verður frá luttøku í seinasta lagi fríggjadagin 10. apríl 2026.