Kallað verður nú inn til Tænasturáðstevnuna, sum verður í Vestmanna leygardagin 19. apríl, kl. 13:00

18.01.25

Telduposturin, sum í dag er sendur øllum bólkaumboðum í landinum, verður endurgivin her:

Við hesum verður kallað inn til Tænasturáðstevnu í Meinigheitshúsinum í Vestmanna leygardagin, 19. apríl 2025, kl. 13:00.

Dagsskráin fyri ráðstevnuna er sambært Tænastuhondbókini 2024/25 hendan:

1)                           Val av fundarstjóra og skrivara

2)                           Frágreiðing um virksemið hjá Tænasturáðnum og møguligum undirnevndum hjá Tænasturáðnum

3)                           Framløga av roknskapi

4)                           Umrøða av uppgávum, sum Tænasturáðið skal taka sær av

5)                           Val av Tænasturáði og 2 varalimum til ráðið

6)                           Val av grannskoðarum

7)                           Góðkenning av 2 ,,ikki Alkoholikarum” til Tænasturáðið

8)                           Ásetan av tíð og stað fyri næstu Tænasturáðstevnu

9)                           Góðkenning av Tænastuhondbókini

10)                    Mál sum Tænasturáðið ella limir hava sett á dagsskrá

11)                    Ymiskt

Í Tænastuhondbókini stendur m.a. um Tænasturáðstevnuna at:

Tænasturáðstevnan kann bert viðgera mál, sum standa á dagskránni fyri Tænasturáðstevnuna.

Bólkar og limir kunnu senda mál inn til viðgerðar á Tænasturáðstevnuni. Øll innkomin mál eiga at hava verið viðgjørd í einum AA-bólki ella á einum bólkaumboðsfundi. Tænasturáðið kann vísa mál frá sær, sum ikki eru í tráð við siðirnar og mál, sum einki hava við AA at gera. Mál, sum verða avvíst, skulu sendast aftur til uppskotsstillara við grundgeving fyri hesum.

Á bólkaumboðsfundinum, sum var á Argjum 19. oktober 2024, var ynski um, at hesi evni verða sett á skrá til Tænasturáðsstevnuna 2025:

·         AA hotline - samdøgurtelefon

·         Konventnevnd, sum skal taka sær av at skipa fyri konventum í Føroyum

·         Stórabók á føroyskum, bæði sum pappírsbók, e-bók og ljóðbók

·         Kunning um peningaviðurskifti í felagskapinum í Føroyum

·         Kunning um hvussu 7. siður kann haldast í einum kontantleysum veruleika

·         Víðkan av 12-stigaarbeiðinum út um Heilbrigdi

Heitt verður á bólkar og limir, sum kundu hugsað sær at fingið mál á skrá til Tænasturáðstevnuna, um at gera hetta sambært Tænastuhondbókini. Uppskotini mugu vera Tænasturáðnum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 11. apríl 2025.

Viðvíkjandi atkvøðurætti á Tænasturáðstevnuni stendur í Tænastuhondbókini m.a. at:

Allir AA-bólkar í Føroyum kunnu velja sær eitt umboð, sum hevur atkvøðurætt til Tænasturáðstevnuna.

Hetta verður tulkað soleiðis, at allir fundir, sum standa á almenna fundaryvirlitinum hjá AA í Føroyum, tá ið Tænasturáðstevnan verður hildin, kunnu velja sær eitt umboð, sum hevur atkvøðurætt til Tænasturáðstevnuna. Onki umboð kann umboða meira enn ein fund.

Ætlanin er aftur í ár at hava smyrjibreyð á skránni. Kostnaðurin fyri hetta er 100,- per høvd. Fyri at vita hvussu nógv smyrjibreyð vit skulu bíleggja er neyðugt at boðað verður frá luttøku í seinasta lagi fríggjadagin 11. apríl 2025.

Bestu heilsanir

Tænasturáðið