Nýggja Tænasturáðið skipað seg
11.05.26
Leygardagin 18. apríl var Tænasturáðstevna í Missiónshúsinum í Vestmanna. Framløga, skrá og fundarfrásøgn liggja á heimasíðuni undir Kunning > Tænasturáðstevnur > Tænasturáðstevnan 2026.
Eitt av málunum á skránni var at velja nýtt Tænasturáð. Sambært Tænastuhondbókini verða Tænasturáðslimir valdir fyri tvey ár í senn. Teir kunnu sita trý skeið, t.e. tríggjar ferðir tvey ár. Í Tænastuhondbókini er eisini ásett at miðast skal ímóti at Tænasturáðið skal mannast av einum umboði úr hvørjum av hesum økjunum: Tórshavn, Norðoyggjar, Norðstreymoy, Eysturoy og Suðuroy.
Umboðini fyri Tórshavn, Norðoyggjar og Norðurstreymoy, sum vórðu vald fyri tveimum árum síðani, stillaðu upp aftur - umboðini fyri Suðuroy og Eysturoy høvdu ikki hug at halda fram. Tænasturáðstevnan skuldi tí velja í minsta lagi tveir nýggjar limir. Ongin stillaði upp fyri Eysturoy og Suðuroy og vórðu tískil tveir limir valdir, har ikki var hugsað um landafrøðiliga umboðan.
Nýggja Tænasturáðið hevði sín fyrsta fund leygardagin 9. mai. Fyrsta mál á skrá, var skipan av Tænasturáðnum. Ráðið skipaði seg soleiðis:
Formaður: Bárður
Næstformaður: Otniel
Skrivari: Hans Jacob
Kassameistari: Árni
Ráðslimur: Halltórur