Stuðulsbreddi komin á heimasíðuna

14.12.25

Tænasturáðstevnan í apríl í ár samtykti, at vit skuldu gera ein bredda á heimasíðuna, sum segði hvussu limir kunnu stuðla AA í Føroyum fíggjarliga. Tænasturáðið hevur kannað ymiskar møguleikar, t.d. hvat tað kostar at hava eina funku á heimasíðuni, sum ger tað møguligt at stuðla felagskapinum beinleiðis umvegis heimasíðuna. 

Tænasturáðið metti, at loysnirnar, sum umfataðu beinleiðis stuðulsfunkur vóru ov dýrar fyri AA Føroyar og legði tí málið fyri bólkaumboðsfundin, sum var á Argjum í oktober mánaða, at skifta orð um. Bólkaumboðini hildu eisini, at stuðulsfunkurnar vóru ov dýrar og, at vit heldur skuldu hava eina síðu, sum sigur, at limir í AA kunnu flyta eina upphædd á kontuna hjá AA Føroyar, um teir ynskja at stuðla felagsskapinum fíggjarliga. Henda síðan er komin á heimasíðuna í dag.