Tríggir fundir flyta úr Losjuni í Degnshús

10.10.26

Í komandi viku flyta tríggir fundir, sum hava verið í Losjuni, á Tinghúsvegi 18, í Degnshús á Tinghúsvegi 4. Hetta eru fundirnir, sum hava verið í Losjuni hóskvøld kl. 20:00, fríggjakvøld kl. 20:00 og fríggjakvøld kl. 22:30.

Byrjað verður í Degnshúsi hóskvøldið 15. oktobur, kl. 20:00.

Frá kommuni hava vit annars fingið at vita, at kommunan brúkar Degnshús til fundir í vanligari arbeiðstíð, frá mánadag til fríggjadag frá kl. 8.00 til kl. 17.00.