Væleydnaður bólkaumboðsfundur á Argjum
20.10.24
Leygardagin 19. oktober, frá kl. 14:00 til 16:00, var bólkaumboðsfundur hildin á Argjum. Sambært Tænastuhondbókini, sum varð viðtikin á Tænasturáðstevnuni í apríl, skal ein bólkaumboðsfundur vera í oktober. Tað eru tó fleiri ár síðani, at nakar bólkaumboðsfundur hevur verið, so fólk vóru spent uppá hvussu tað mundi fara at ganga, nú aftur varð kallað til fundar. Tískil var tað eisini gleðiligt, at uppmøtingin var góð og stemningurin konstruktivur.
Fyrst hevði Tænasturáðið onkur ting á skrá. Formaðurin í Tænasturáðnum legði fyri við at greiða frá hvørjum Tænasturáðið hevur arbeitt við higartil í ár, síðani hevði skrivarin eitt upplegg um leiklutin hjá bólkaumboðum og at enda greiddi kassameistarin frá fíggjarligu støðuni hjá AA í Føroyum. Eftir hetta var ein stuttur steðgur. So var avrátt, at Tænasturáðið skuldi trekkja seg og lata bólkaumboðini skifta orð um hvat tey kundu hugsað sær, at AA í Føroyum skal miðsavna seg um hesa komandi tíðina. M.a. varð tosað um, at vit eiga at miðsavna okkum um at fáa eina AA telefonlinju, eina stevnunevnd, útgávuna av Stórubók og víðkan av 12. stig arbeiði. Hetta verður alt sett á skrá til Tænasturáðstevnuna, sum verður í apríl 2025 at viðgera og taka støðu til.