David Klein Y Sl28f Ria Unsplash

Stig og siðir

Í fororðinum til bókina "Tey tólv stigini og teir tólv siðirnir" verður um hesi sagt, at:

Tey Tólv Stigini í A.A. eru ein flokkur av andligum grundreglum, sum íðkað sum lívsháttur, kunnu fáa drykkjutvingsilin at hvørva og gera tann pínda lukkuliga og gagnsamliga heilan.

Teir tólv siðirnir í A.A. snúgva seg um sjálvan felagsskapin. Teir siga í høvuðsheitum frá, hvussu A.A. varðveitir eind sína og røkir samskifti síni við heimin uttanum, og hvussu felagsskapurin livir og veksur.