Um AA

Anonymir Alkoholikarir er ein sjálvboðin, heimsumfatandi felagsskapur av monnum og kvinnum úr øllum samfelagsbólkum, sum hittast, fyri at gevast at drekka og fyri at viðlíkahalda teirra edrúskap. Tað einasta, ið krevst, fyri at gerast limur í AA, er eitt ynski um  at gevast at drekka. Einki limagjald verður goldið. AA klárar seg sjálvt við egnum, sjálvbodnum gávum.

Limatal
Mett verður, at tað eru fleiri enn 89.000 AA-bólkar við umleið 2.000.000 limum í 141 londum. Í Føroyum eru 27 AA-bólkar við tilsamans umleið 500 limum.

Samband við aðrar felagsskapir
Felagsskapurin hevur ta støðu, at vit kunnu samstarva við aðrar felagsskapir, sum arbeiða við alkoholismu; men AA hevur ikki nakað fast tilknýti til aðrar felagsskapir. Vit taka ikki støðu til spurningar uttan fyri AA og vit taka onga støðu – hvørki fyri ella í móti - í nakrari óviðkomandi sak.

Fíggjarviðurskifti
Gjørnum árini hava Anonymir Alkoholikarar staðfest og styrkt ein sið um, at felagsskapurin skal verða fíggjarliga sjálvbjargin og vil ikki søkja um ella taka í móti fíggjarligum stuðli frá øðrum enn limunum. Innan felagsskapin kann einstaki limurin í mesta lagi stuðla við kr. 7.000,- árliga.

Hvussu AA-limirnir halda seg edrúar
AA-skráin mælir til fullkomið fráhald. Limirnir halda seg heilt frá tí fyrsta gjasinum – ein dag í senn. Edrúskapurin verður hildin vð líka við at koma fundir at býta royndir, styrki og vón – og við at arbeiða við teimum tólv stigunum fyri at endurvinna heilsuna eftir misnýtslu av alkoholi.

Hví Anonymir Alkoholikarir eru anonymir
Anonymiteturin er andaligi grundvøllurin undir AA, og virkar fyri, at felagsskapurin verður stjórnaður av grundreglunum, AA byggir á, heldur enn av persónum. Vit eru ein felagsskapur av javnstøddum fólkum. Vit stremba eftir, at bera boðskapin um okkara skrá til at endurvinna heilsuna eftir misnýtsla av alkoholi. Anonymiteturin í sambandi við almennar miðlar er ein trygd fyri nýkomarar, soleiðis at teirra limaskapur í AA ikki verður avdúkaður.

Øll kunnu koma á opnar fundir
Øll kunnu koma á AA-fundir, sum eru opnir. Hesir fundir verða vanliga skipaðir soleiðis, at ein fundar-leiðari hevur ein inngang um sína sjúku og um vegin til edrúskap gjøgnum AA-skránna. Fundir kunnu eisini haldast við tí endmáli at ikki-alkoholikarir fáa kunning um AA. Læknar, prestar og onnur frá tí almenna eru vælkomin. Vanligir AA-fundir eru bara fyri alkoholikarar.

Um hvussu AA byrjaði
Felagsskapurin Anonymir Alkoholikarar hevði sína byrjan í 1935, tá ið tveir menn hittust í Akron, Ohio í USA. Hesir báðir, Bill W. og DR. Bob, høvdur verið ”vónleysir” drykkjumenn. Teir stovnaðu AA-felagsskapin sum ein aroynd at hjála øðrum, ið eisini høvdu sjúkuna alkoholismu, og fyri sjálvir at varðveita sín edrúskap. AA-felagsskapurin vaks við, at nýggir sjávstýrandi bólkar tóku seg upp – fyrst í USA og síðan kring allan heimin.