Eri eg alkoholikari?
Tólv spurningar, sum einans tú kanst svara:
Er AA nakað fyri teg?
Einans tú kanst taka avgerðina, um tú vilt geva AA ein møguleik – um so er, at tú heldur tað kann hjálpa tær.
Vit, sum eru í AA, komu í AA, tí vit til endans høvdu uppgivið at stjórna okkara drykkuskapi. Vit vildu ikki viðganga, at vit ongantíð aftur kundu drekka normalt. So hoyrdu vit aðrar AA-limir siga, at vit høvdu eina sjúku (tað høvdu vit í roynd og veru vitað í fleira ár). Vit skiltu so, at onnur eisini høvdu kensluna av skuld, einsemi og vónloysi, eins og vit. Vit komu fram til, at vit høvdu hesar kenslurnar, tí vit eru alkoholikarar. Vit gjørdu av, at finna fram til, hvat rúsdrekka hevði gjørt við okkum.
Her eru nakrir av teimum spurningunum, vit royndu at svara erliga. Um vit svaraðu JA til fýra ella fleiri av hesum tólv spurningunum, høvdu vit ivaleyst stórar trupulleikar í sambandi við okkara drykkjuskap. Hygg eftir, hvussu tú hevur tað. Minst til, tað er eingin skomm at viðurkenna, at tú hevur ein trupulleika.
1) Hevur tú nakrantíð tikið eina avgerð um ikki at drekka í eina viku, men kortini bara hildið tær nakrar fáar dagar?
Flestu okkara í AA góvu okkum sjálvum og okkara familjum øll møgulig lyfti. Vit megnaðu ikki at halda tey. So komu vit í AA. AA segði: ” Royn og lat vera við at drekka, einans í dag” (drekkur tú ikki í dag, verður tú ikki drukkin í dag).
2) Hevði tú ynskt, at fólk lótu vera við at blanda seg upp í tínar drykkjuvanar – at tey góvust at siga tær, hvat tú skalt gera?
Í AA biðja vit ikki nakran um at gera nakað. Vit tosa einans um okkara egna drykkjuskap, um teir trupuleikar vit komu í, og hvussu vit góvust at drekka. Vit vilja fegin hjálpa tær, um tú ynskir tað.
3) Hevur tú nakrantíð skift frá einum slagi av rúsdrekka til annað, í vónini um, at tað fór at tarna tær í at gerast drukkin?
Vit royndu alt møguligt. Vit royndu at drekka veikt. Ella vit drukku bara øl. Ella vit drukku ikki blandað. Ella vit drukku bara í vikuskiftum. Vit hava roynt allar mátar. Men líka mikið hvat vit drukku við alkoholi í, gjørdust vit kortini sum oftast drukkin.
4) Hevur tú drukkið um morgunin seinasta árið?
Hevur tú tørv á at smakka tær á fyri at byrja dagin, ella fyri at steðga ristingum? Hetta er uttan iva tekin um, at tú ikki drekkur sosialt.
5) Øvundar tú teimum, sum kunnu drekka uttan at fáa trupulleikar?
Onkuntíð hava flestu okkara undrast á, at vit ikki eru sum onnur menniskju, ið kunnu drekka ella bara lata vera.
6) Hevur tú seinasta árið havt trupulleikar í sambandi við tín drykkjuskap?
Ver erligur! Læknar siga, at um tú heldur fram at drekka, hóast tú hevur ein alkoholtrupulleika, vil trupulleikin bara gerast størri – ongantíð minni. Til endans doyrt tú ella endar á einum røktarheimi. Einasta vónin er at gevast at drekka.
7) Hevur tí drykkjuskapur ført til trupulleikar heima?
Áðrenn vit komu í AA, søgdu flesu okkara, at tað vóru fólkini ella trupulleikarnir heim við hús, sum fingu okkum at drekka. Vit sóu ikki, at okkara drykkjuskapur gjørrdi alt verri. Tað loysti als ongar trupulleikar nakrastaðni.
8) Roynir tú nakrantíð at fáa eitt ”eyka” glas í eini veitslu, tí tú ikki hevur fingið nóg mikið?
Flestu okkara drukku nøkur gløs niðurfyri áðrenn vit fóru í eina veitslu, um vit hildu, at har ikki fór at verða nokk til. Um tað ikki var nóg mikið til av rúsløgi, vildu vit heldur finna eitt annað stað, fyri at fáa meira at drekka.
9) Sigur tú tær sjálvum, at tú kanst gevast at drekka, tá ið tú vilt, hóast tú ofta verður drukkin, eisini tá ið tú ikki hevði ætlað tað?
Fleiri okkara lumpaðu okkum sjálvi til at halda, at vit drukku tí okkum dámdi tað. Tá ið vit komu í AA, skiltu vit, at vit ikki megnaðu at gevast, tá ið vit fyrst vóru byrjaði at drekka.
10) Hevur tú havt sjúkradagar vegna tín drykkjuskap?
Fleiri av okkum AA-limum viðganga, at vit fleiri ferðir hava meldað okkum sjúk; men sannleikin var jú, at vit høvdu timburmenn, ella at vit enn drukku.
11) Hevur tú havt minnismiss?
Minnismissur eru tímar ella dagar í einum drykkju-tørni, har vit ikki kunnu minnast hendingar. Tá ið vit komu í AA, skiltu vit, at tað er eitt tekin um eitt alkoholiskt drykkjumynstur.
12) Hevur tú nakrantíð kent á tær, at tilveran hevði verið betri, um tú gavst at drekka?
Fleiri okkara fóru at drekka, tí tað fekk tilveruna at kennast betri – í øllum førum eina tíð. Tá ið vit komu í AA, kendu vit okkum fangaði í eini fellu. Vit drukku fyri at liva og livdu fyri at drekka. Vit vóru sjúk og móð av at vera sjúk og móð. AA kann ikki geva nakað lyfti um at loysa allar tínar trupulleikar. Men vit kunnu vísa tær, hvussu vit hava lært at liva uttan rúsdrekka ”ein dag í senn”. Vit halda okkum burtur frá tí fyrsta glasinum. Um fyrsta glasið ikki er har, so er tað tíggjunda heldur ikki. Tá ið vit sluppu av við rúsdrekka, komu vit fram til, at tað var nógv lættari at klára tilveruna.
Hvussu nógv stig fekst tú?
Svaraði tú JA fýra ella fleiri ferðir? Um tú gjørdi tað, hevur tú ivaleyst trupulleikar av alkoholi. Hví siga vit hetta? Tí túsundtals fólk í AA hava sagt hetta gjøgnum nógv ár. Tey funnu sannleikan um seg sjálvi – á tann harða mátan. Sum sagt – tað er bara tú, sum kanst gera av, um AA er nakað fyri teg. Royn at verða opin og erlig/ur um hettar. Er svarið JA, so vilja vit fegin vísa tær, hvussu vit sjálvi góvust at drekka.